tirsdag den 17. januar 2012

Dagur 1


Project Repaint

Ja so fer man undir við at repainta eitt gamalt kabinett.

Mítt kabinett er av merkinum Lian Li og her er ein mynd av kabinettinum


Ná men so í gongt við at taka tað sundur ;)

Ja hetta er so motherboard plátan sum var tað fyrsta eg vildi fara í gongt við. plátan er gjørd úr aluminum og er sett saman við popnittu og myndin til høgru er so ein mynd av amboðinum, og fyri at fáa tað sundur so má eg borða tær úr

Tað var deiliga lætt at borða popnitturnar úr, og fekk trý deilig pettir av aluminum. Nú man er komin so langt so kann eg ikki bara fara at sproyta tað eina farvu, fyrst má eg koyra grundara á, tað ger sum eg fáið eina deiliga javna yvir flættu, og ger eisini at tá ið farvan kemur á verður penari og meira blonk í tí

                                          So er ti at vaska alt støv av og koyra grundarin á :)




Ja her síggja tit so tað er nýsproyta við grundara, og eina omanfyri har tað er done,
Men farvan kann ikki koma enn, fyrst má eg fara at vatnslíba tær, meira um tað kemur later ;)



So er eitt lítið sneak peek, men hvat skal man velja? grønt ella blátt? :D